Smakkiroyndir av Power Shake

Nýggj vøra frá MBM – smakkiroyndir kring landið 7. juni frá kl. 11:00 til kl. 14:00.

Nú fáa vit eina nýggja vøru á marknaðin, ið er ein protein shake. Hesin pakkin er ein 250 ml, inniheldur 20g protein og hevur ein mildan jarðberjasmakk, sum minnir um milkshake. Vøran eitur Power Shake og er framleidd í samstarvi við Oyggjarleikirnar 2027, ið verða her í Føroyum.

Í samband við hesa nýggju vøruna, hava vit smakkiroyndir kring landið leygardagin 7. juni frá kl. 11:00 til kl. 14:00. Tit kunnu smakka Power Shake her:

  • FK Hoyvík
  • Á við Sundsvegin
  • Bónus Hoyvík
  • Inn við Grønlandsvegin
  • Á í Vestmanna
  • CAJ í Kollafirði
  • Bónus í Norðskála
  • Inn á Eiði
  • Strandacentrum
  • FK í Fuglafirði
  • Á Glyvrar
  • Torgið
  • FK í Trongisvági
  • Bónus Miðvágur
  • Bónus Klaksvík
  • Effo í Leirvík
  • FK Klaksvík

Power Shake fæst til keyps í handlunum kring landið frá mikudegnum 4. juni.