Smør: Gylti úrdrátturin, sum vit øll elska

Smør. Hesin mjúki og gylti úrdrátturin, sum ger allan mat betur. Hjá MBM eru vit errin av at kunna veita tykkum dygdargott smør, sum vit gera úr føroyskum róma. Les her, hvussu vit gera, tá vit framleiða smør.

Bóndin ber kúnni fóður. Kúgvin gevur bóndanum mjólk. Mjólkina letur bóndin bilføraranum. Bilførarin flytur mjólkina til meiaristin. Meiaristurin virkar mjólkina. Síðani verður hon pakkað – og út í handlarnar fer mjólkin. Hendan er søgan um, hvussu tú og eg hvønn dag kunnu oysa frísku, heilsugóðu føroysku dygdarmjólkina í gløs okkara. Og smyrja føroyskt smør á breyð. Eta jogurt til morgunmat. Drekka Sopa til miðmála. Píska róma til lagkøkurnar og bjóða kakao til føðingardagar. Í eini røð av greinum varpa vit í næstum ljós á ymsu vørurnar, MBM framleiðir til føroyska matmarknaðin.

Í DAG TOSA VIT UM SMØR. Tá vit framleiða smør hjá MBM, kirna vit róman til hann skilir. Tá rennir blakið frá og eftir standa vit við tí gylta og fasta úrdráttinum, sum vit øll kenna og elska. Smør á breyð, smør í sós, smør í køkur og smør á pannuna. Smør ger matin – bæði tann salta og tann søta – mjúkari, rundari og saftigari, og á MBM eru vit errin av, at vit kunnu veita føroyingum føroyskt smør og eisini frábrigdi Smyr, sum er bleytari enn smør og lætt at smyrja á breyð.

Seinastu árini eru vit gjøgnum kanningar gjørd varug við, at smør ikki er so heilsuskaðiligt, sum annars leingi hava fingið at vita. Tað er eingin loyna, at smør mestsum bert er feitt, og tí skulu vit sjálvsagt ikki eta ov nógv smør. 25-30 gramm av smøri um dagin er hóskandi. Men et ikki smør við ringari samvitsku, tí smør inniheldur eina rúgvu av A-vitaminum og feittið í smørinum brúkar kroppurin sum orku.

Baka, steikja, smyrja

Tá tú brúkar smør í tínum deiggi, gerast tínir morgunbollar mjúkari. Tá tú steikir títt kjøt í smøri, gerst tað broysknari, og tá tú smyr smør á títt breyð, smakkar viðskerin betur. Tú finnur illa eina meiri fjølbroytta matvøru enn smør, og nettupp tí eru vit stórir fjepparar av smøri.

ROYN HESA UPPSKRIFTINA VIÐ SMØR: Gularótabollar

Ert tú líka forvitin uppá mat, sum vit, so fert tú at elska hetta triksið, har tú kanst royna teg sum meirist. Tú kanst nevnliga skjótt og lætt gera títt egna smør. Hetta er ein stuttlig roynd, sum tú eitt nú kanst gera saman við børnunum fyri at vísa teimum, hvussu smør verður til. Keyp ein pakka av róma og píska hann. Píska so leingi, at rómin gerst harður. Tá tú hevur pískað nóg leingi, rennur blakið frá, og tú hevur nú smør. Síla vætuna frá og elt eitt sindur av salti upp í títt egna smør.

ROYN HESA UPPSKRIFTINA VIÐ SMØR: SMØRBOLLAR VIÐ RÆKJUBLANDI