Smørbolli við rækjublandi
Share:
16.10.2021
Smørbolli við rækjublandi
Ein imponerandi forrættur við íblástri úr tí franska. Her koma kokkaevnini at standa sína roynd. Brúka hvíta frá MBM til at geva rækjunum eitt súrligt mótspæl.
ArbeiÐsháttur:
Kóka vatn og smørið saman og lat mjøli spakuliga í, meðan tú rørir skjótt
Tak grýtuna av og lat handa køla í 5 til 10 minuttir
Píska so eggini í eitt í senn, so at tú pískar umleið eitt minutt fyri hvørt eggið
Deiggið er klárt, tá tað blivið til eitt tjúkt krem, sum klárar at halda skapið sjálvt
Deil so deiggið út á eina plátu í ta stødd, tú ynskir tær. Bakað deiggið við 200 hitastigum í umleið 25 minuttir
Ikki brúka hitaluft. Tak plátuna út, tá bollarnir eru ljóst brúnir
Blanda síðan rækkublandina. Hon er sera einføld, tí tú skalt bara tiðna rækjurnar og lat so mikið av hvíta í, sum tú heldur er hóskandi. Smakka til við salti og pipari
Sker bollarnar í helvt og lat so rækjublandina í
Tilfar
- 2,5 dl vatn
- 125 gram smør
- 130 gram hveitimjøl
- 4 egg
- 200 gram rækjur
- 250 gram hvíta frá MBM