Spískkálsvaflur

Share:
09.01.2026
Spískkálsvaflur
Gloym søtar vaflur - nú er tíðin komin til matvaflur.
Vit hava súrróma 9%, smáttuost og spískkál, sum saman gera eina heilsugóða máltíð.
Hesar vaflur við spískkáli er ein frískur og proteinríkur rættur, sum mettar og smakkar væl.
Hóska væl til brunsj, lættan døgurða ella sum ein sunnur millummáli.
Tað ber til at borðreiða við royktum laksi, smáttuost, avokado og frískum grønmeti - og tú hevur ein rætt sum er litríkur og mettandi.
ArbeiÐsháttur:
- Sker spís´kkálið tunt
- Rør eggini og kálið saman
- Lat smáttuost og Súrróma 9% í bollan og rør væl.
- Síðani blanda turra tilfarið saman við restini
Bakað í vaflujarni til vaflurnar gerast gyltar.
Avokadokrem til vaflurnar:
– Mosa avokado saman við súrróma og smakka til við sitrónsevjuni
Tú kanst sjálv/ur velja, hvat tú vilt hava omaná, men eitt uppskot er:
Royktur laksur, smáttuostur, rivnar gularøtur, tomat og avokado
Tilfar
2 spsk Smáttuostur
3 stk Egg
2 dl Mjøl
2 spsk Súrrómi 9%
160 g Spísskál
Krydd: Salt, sitrónpipar, paprika og leykpulvur
Avokado krem:
1 spsk Súrrómi 9%
0,5 Avokado
Sitrónsevja
Omaná:
Smáttuostur
Royktan laks
Rivin gularót
Cherry tomatir
Avokado