05.08.2024
Summarskál Panna Cotta
ArbeiÐsháttur:
Límbløð verða løgd í kalt vatn.
Hita róma, sitrónsaft , sitrónskal og vaniljukorn. (vaniljan skal kloyvast, og kornini skulu skavast úr.)
Kóka helst stongina við í grýtuni. Tað gevur eyka smakk. Tak hana úr, áðrenn límbløð verða koyrd í.
Tak tað frá varmanum og koyr tey bloyttu límbløðini í.
Rør summarskálina í massan, eitt sindur í senn.
Koyr Panna Cottuna í gløsini og lat standa í køliskápinum í einar 4 tímar.
Legg film omaná, so tey ikki smakka av øðrum lystimeti í køliskápinum
Til servering:
Blanda alt saman og koyr alt í Panna Cottuna, áðrenn tað verður serverað.
Tilfar
Summarskál Panna Cotta:
500 g av róma
Uml. 30 g av sitrónsaft
½ tsk. av rivnum sitrónskali
1 vaniljustong
400 g av summarskál
5 límbløð
Servering:
20 bløð av hakkaðari myntu, heilt fínhakkað.
20 skorin jarðber
2 spsk av ahornsiroppi.