Bólkar

Baking

Share:

19.07.2024

Summarskál-skuffukøka við brendum valnøtum og rásúltaðum rabarbum.

Í tøttum samstarvið við Omaná, hevur Malene eigarin av Omaná, gjørt eina lekkra, frískliga og summarsliga skuffukøku, ið smakkar av meiri. Hendan er ein klárur favorittur á køkuborðinum.

ArbeiÐsháttur:

Skuffukøka:
Mannagongd:
Píska egg og sukur til hvítan skúm, og summarskál verður rørd uppí.
Hveitimjøl, bakipulvur og hakkaðar vælnøtur verða rørd uppí. Smelta smør og koyr í deiggið.
Bakipappír verður lagt í ein køkuform, uml. 25 x 35 cm, ella tveir smærri formar.
Stroya tey 150 g av valnøtum á deiggið, áðrenn tað verður bakað.
Verður bakað í 175ᵒ í heitari luft millum 40-55 min. alt eftir, hvussu heitur ovnurin verður. Brúka tað góða gamla triksið við stokkinum og vita, um deiggj hongur á honum, tá ið tú tekur hann úr deigginum. Baka, til einki deiggj er eftir á stokkinum.
Ætlar tú at koyra deiggið í tveir smærri formar, minst so til, at bakitíðin skal styttast. 10-15 min.

Rásúltaðar rabarbur, ið hava staðið nátt:
Mannagongd:
Vaska tær nýggju rabarburnar væl, sker tær í 1 cm tjúkkar flísar, kóka vatn, sukur og vaniljukorn, til sukrið er smeltað.
Legg tær skornu rabarburnar í eina skál og stoyt tann heita lakan í. Lat tað standa og dampa av og legg síðani lok á og lat standa kalt til dagin eftir.
Servera skuffukøkuna við súrróma, ísi og rásúltaðum rabarbum.

Tilfar

Skuffukøka:
300 g av smøri
400 g av sukri
350 g av hveitimjøli
20 g av bakipulvuri
350 g av summarskál
200 g av valnøtum + 150 g oman á køkuna, áðrenn hon verður bakað
200 g av eggum
Fínrivið skal av eini økositrón

 

Rásúltaðar rabarbur, ið hava staðið nátt:
300 g av nýggjum rabarbum
200 g av vatni
200 g av sukri
1 vaniljustong