Summarskál

Frá súrgaðari mjólk til fríska summar smakkin

MBM framleiðir Summarskál sum ein súrna mjólkarvøra við støði í kenda og vælsmakkandi súrgaðu mjólk.
Við smakki av vanilju og sitrón fær vøran sín serliga, fríska smakk, sum ger Summarskál til nakað heilt serligt.

Mjólkin, ið verður brúkt, inniheldur bert 0,5% feitt og verður fyrst hitaviðgjørd við 93 hitastigum í 4–5 minuttir. Henda viðgerð tryggjar eina høga góðsku, longri haldføri og ger samstundis av við óynsktar bakteriur.

Eftir hitaviðgerðina verður mjólkin køld niður til 28–29 hitastig, ið geva tær bestu umstøðurnar hjá mjólkasýrubakterium at liva og nørast í.
Millum hesar er “Lactobacillus acidophilus”, sum er kend fyri sínar góðu eginleikar fyri magan, millum annað við at stuðla sodningini og hjálpa at bróta niður laktosu.

Eftir vit hava tilsett mjólkasýrubakteriur, so stendur mjólkin og súrnar í einum av okkara súrningstangum, hettar tekur umleið 18 tímar og gevur Summarskál sín eyðkenda lætta og súrliga smakk.
Eftir súrningina verður tangin við vøruni settur at røra, og pumpaður úr súrningstanganum yvir í ein av okkara pakkitangum, og flutt til pakking, har vanilju- og sitrónsmakkir verða latnir í.

Vøran verður síðani køld og er klár til handlarnar – til reiðar at njóta.

Vælgagnist !