Bólkar

Baking

Share:

12.12.2022

Súrepla og kanel muffins. 

So er aftur tíð til eina nýggja, leskiliga og jólaliga uppskrift til vetrarliga kavaveðrið 😊 Ranvá Knudsen hevur gjørt okkum eina leskiliga muffins uppskrift. Tá ið vit siga Dreymakøkur, tá vita vit beinavegin at talan er um Rannvá 😊 Ranvá hevur útgivið tvær bakibøkur og er virkin á sosialu miðlum sum ranvaknudsen. Vælgagnist tykkum.

ArbeiÐsháttur:

Arbeiðsháttur

 

Muffins:

 

Set ovnin á 200 hitastig.

Lat smør, putursukur og melis í ein bolla og píska.

Lat síðani eggini í og píska.

Blanda alt tað turra saman og lat í bollan, saman við súrrómanum og mjólkini og píska stutt, til deiggið er komi saman.

Flys og sker súreplini smátt og vend í deiggið.

Lat deiggið í 12 muffinformar.

 

Morl/Crumble:

 

Lat alt tilfarið í ein bolla og elt ella píska saman.

Lat eitt sindur av morli/crumble á hvørja muffin.

Set mitt inn í heitan bakarovn og baka í umleið 20 minnuttir.

Set á eina rist at kølna.

 

 

 

Tilfar

Uppskriftin gevur 12 muffins.

 

Muffins:

 

110 g av bleytum smøri

60 g av putursukri

60 g av sukri

2 egg

2 tsk av vaniljusukri

1½ tsk av bakipulvuri

2 tsk av kaneli

200 g av mjøli

¼ tsk av salti

50 g av súrróma

1½ dl av mjólk

Umleið 150 g av súreplabitum

 

Morl/Crumble:

 

50 g av bleytum smøri

60 g av mjøli

60 av melisi

1 tsk av kaneli

3 súp av havragrýni