
Súrgað Mjólk skiftir ham – og navn.
MBM hevur í eina tíð arbeitt við at broyta navn og pakka á Súrgað Mjólk, fyri at leggja størri dent á ágóðar við hesari vøruni og gera hana meira tíðarhóskandi.
Súrgað Mjólk eitur nú a+, ið stendur fyri Acidophilus gróður. Orsøkin til just hetta navnið, er fyri at leggja dent á Acidophilus góðurin í vøruni, tí hesin gróðurin er við til at geva maganum javnvág og sum heild styrkir immunverjuna í kroppinum. Í Danmark er líknandi vøra kend sum A38, sum eisini hevur verið ein liður í avgerðini til navnið.
Á pakkanum sæst eisini navnið Flora ovast, sum er eitt vørubólkaheiti. Har fara vørur sum Sopi og Summarskál eisini at fella inn undir, tí tær somuleiðis hava Acidophilus gróður í.
Sopi og Summarskál fáa eisini dagførdar pakningar í nærmastu framtíð, men har er ikki nøkur navnabroyting í væntu.
a+ (Súrgað Mjólk) verður í dag brúkt til alskyns endamál, so sum morgunmat, millummáltíðir og bakstur. Á heimasíðuni hjá MBM finnur tú nógvar uppskriftir, har tú millum annað kanst brúka hesar a+ vørurnar.
Vit vóna tað verður tikið væl ímóti hesum nýggju pakkunum, sum vera at finna í handlum kring landið komandi dagarnar.