29.08.2022
Tarte Flambée
ArbeiÐsháttur:
Tertubotnur:
Tendrað ovnin á 200 hitastig (luft)
Elt síðani deiggið til tað kemur saman.
Skal møguligani meiri ella minni vatn í.
Um deiggið er ov turt, so vil tað ikki koma saman.
Samstundis, mást tú ikki latað ikki deiggið blíva ov vátt.
Fylla:
Sker eplini í heilt tunnar flísar og kókað í 5min.
Tak tey úr vatninum og lat tey kólnað og turka tey við køkspappíri.
Blanda súrróman og eggjareyðan saman í einari skál.
Rulla deiggið út, heilt tunt.
Smyr súrróma blandingina á og koyr síðani fylluna á.
Koyr í ovnin og fylg væl við.
Bakast áleið 10-12.min, til botnurin gerst broyskur og lekkur.
Koyr frískt basilikum ella oregano á omaná.
Borðreið til tapasborðið, saman við pesto,aioli ella øðrum dressingi.
Vælgagnist
Tilfar
Tertubotnur:
500gr Hveitimjøl
1 dl Góð oliven olja
1 tsk salt
1,5 dl vatn
1/4 tsk timian
Fylla:
Eplir
0,5 bl. Súrróma 36%
1 eggjareyði
Salt & Pipar
Roykt beykon
Reyðleyk
Basilikum
Evt. Rivnan kæsa