Bólkar

Døgverði

Share:

24.11.2025

Toskanskur høsnarungarættur

Droym teg burtur til Italia, við hesum rættinum - ein máltíð, sum er bæði hugnalig og elegant. Toskanskur høsnarungarættur gjørdur við laktosufríum róma, so øll kunnu njóta hann.

ArbeiÐsháttur:

Steik høsnarungan á pannu við olju.
Tá ið hann er brúnkaður, lat høsnarungan steikjast lidnan í ovninum.
Brúnka leykin og rivnan hvítleyk á pannuni.
Lat síðani soppar og sólturkaðar tomatir í og lat tað steikjast í nakrar minuttir.
Lat vatn við høsnarungabót og lat tað smákóka í 10-12 min.
Rør róma og timian í, og lat sósina kókað seg saman.
Legg spinat og cashew-nøtir í og lat tað simra í sósini í 5 min við lágum-miðal hita.
Tá ið høsnarungin er liðugur og gjøgnum stoktur, koyr bringurnar í sósina og lat tað smá kókað í 10 min.
Smakka til við salti og pipari.

Tilfar

  • 1 glas soppar
  • 3-4 høsnarungabringur
  • 0,5 leykur
  • Cashew-nøtir
  • 250 ml Laktosufríur rómi
  • 1 tsk timian
  • 4 nevar av spinati
  • 1 glaskrukka av sólturkaðum tomatum
  • 2 dl vatn
  • 1 høsnarunga bótarmoli
  • 3 hvítleykir
  • Pasta
  • Salt og pipar (smakka til)

Til tey sum vilja, smakkar tað væl at ríva parmasan ost í sósina.