Bólkar

Omaná

Share:

05.02.2026

Twix ostakøka

Ein kremut og lekkur ostakøka við øllum tí besta. Hendan Twix ostakøkan er perfekt til gestir, hugna ella tá tú bara vilt hjúkla um tíni kæru.

ArbeiÐsháttur:

Botnur:
Morla keksinar og blanda smeltaða smørið væl saman við.

Koyr blandingina í ein springform, klæddan við bakipappíri, og trýst hana væl niður í botnin.
Set á køl, meðan tú gert restina av køkuni.

Millumlag:
Hita róman í einari grýtu – hann skal vera heitur, men ikki kóka.
Um tú brúkar heila sjokolátu, so sker hana í smærri bitar.

Koyr sjokolátuna í eina skál og hell heita róman omanyvir.
Rør, til sjokolátan er heilt smeltað og blandingin er sløtt.
Hell lagið omaná keksabotnin og set aftur á køl, so tað stívnar eitt sindur.

Fylla:
Rør rómaost, florsukur og vanilju saman, til alt er væl blandað og slætt.
Píska róman fyri seg, til hann er lættur og luftigur.
Vend róman varliga í ostablendingina, til alt er javnt blandað.
Hell fylluna omaná sjokolátulagið og set køkuna aftur á køl.

Rómakaramell:
Smelta sukur í einari grýtu við lágum til miðal hita, til tað verður gylt og flótandi
(hettar kann taka sína tíð).

Tá sukur er smeltað, tak grýtuna av hitanum og hell róman varliga í
(ansa eftir – tað kann bløðra nógv).
Rør smørið í, til karamellið er slætt.
Lat tað kølna eitt sindur og hell tað síðani omaná køkuna.
Set aftur á køl.

Omaná:
Hita róman upp, til hann er heitur.
Koyr sjokolátuna í eina skál og hell róman og 1 spsk sterkt kaffi omanyvir.

Rør, til blandingin er glansandi og sløtt.

Hell síðsta lagið omaná køkuna og lat hana standa á køl yvir nátt.

Tilfar

Twix ostakøka 20 cm springform

Botnur:
200 g Digestive keks
50 gr smør (smeltað)

Millumlag:
140 g sjokoláta
1 dl róma

Fylla:
80 g Florsukur
200 g Rómaostur naturel
2 tsk Vanilju ekstrakt
250 ml rómi

Rómakaramel:
210 g Sukur 1,7 dl Rómi ¼ tsk Smør

Omaná:
160 g Mjólkarsjokoláta
1 dl    Rómi
1 spsk sterkt kaffi