Valentine kaka við hindberja mousse
Share:
16.10.2021
Valentine kaka við hindberja mousse
Ein vøkur dessert at borðreiða við, tá tað skal vera eyka romantiskt. Vit brúka róma frá Røsku og pynta við sjokuláta og frískum berum.
ArbeiÐsháttur:
Stilla ovnin á 175 hitastig
Smelta smør og sjokulátuna í einari grýtu. Píska mjøl, egg, sukur og salt saman
Vend sjokulátuni saman við av tilfarinum
Legg síðani bakipapir í kakuformin og koyr alt deiggið í
Baka kakuna í ovninum í uml. 25 min, og lat hana kólna
Legg límbløð í kalt vatn í uml. 10 min. Skava alt úr vaniljustongini, koyr tað í saman við sukur og frystum hindberum, kóka alt síðani saman í einari grýtu
Tak grýtuna frá og lat kølna eitt sindur. Koyr husblas í grýtuna og rør alt væl saman
Píska róman og rør síðani saman við hindberjunum. Koyr hindberjamousse á kakuna og stilla á køl í 3 tímar
Smelta sjokuláta fyri seg og róman fyri seg, blanda síðani alt saman og koyr yvir kakuna
Tilfar
- 200 g smør
- 200 g myrk sjokoláta 70%
- 120 g hveitimjøl
- 3 egg
- 250 g sukur
- 1/2 tsk salt
- 6 límbløð
- 1 vaniljustong
- 50 g sukur
- 450 g fryst hindber
- 5 dl rómi
- 150 g myrk sjokoláta
- 1½ dl róma
- Pynta við berjum