Bólkar

Døgverði

Share:

04.11.2025

Tomat Conchiglie

Kanska hevur tú roynt klassiskar pasta rættir– men hvat hendur, tá vit taka tað eitt stig víðari? Við conchiglie pasta, sum fangar alla ta kremutu, smakkríku sósina, sum lyftir tomatsmakkin og gevur rættinum eitt øðrvísi tvist. Rætturin er skjótur og lættur at gera - so ein og hvør klárar at gera hann. Sósin er gjørd við laktosufríum róma og tomatpaste sum saman skapa ein silkimjúkan og rundan smakk. Rætturin verður toppaður við rivnum parmesan og frískum kryddurtum – perfektur til eina hugnaliga kvøldsetu ella sum ein lekkur døgurðamáltíð.

ArbeiÐsháttur:

0,5 leykur, fínt skorin

5 spsk tomatpaste

2 tsk Oliven olju

200 g Flesk, snerkt og skorið í smáar bitar

2,5 dl laktosufríur rómi

5 hvítleyksbátar, rivnar

Salt og pipar eftir smakki

Basilikum (frískt ella turkað)

400 g Conchiglie pasta (skelja pasta)

Tilfar

Kóka pasta eftir leiðbeiningunum á pakkanum. Lat tað renna av og goym eitt sindur av pastavatninum.

Steik fínt skorna leykin í eitt sindur av olju á miðalhita, til hann er glasklárur.
Koyr hvítleykin afturat og steik í 1–2 minuttir, uttan at hann brennur.

Legg fleskið á pannuna og steik til tað er broyskt.

Rør tomatpaste í og lat tað steikast í 2–3 minuttir, so tað fær ein djúpan smakk.

Síðani verða 2 spsk av pasta vatninum latnar í saman við laktosufría rómanum og rør væl.
Lat sósina smákóka í 5–7 minuttir, til hon tjúkknar eitt sindur.

Smakka til við salti, pipari og basilikum.

Rør pasta í sósina. Um tað er ov turt, kanst tú leggja eitt sindur av pastavatninum afturat.

Góð ráð:
Til ber at ríva eitt vet av parmesan osti omaná.