Haldfør Mjólk
Raska framleiðir haldføra mjólk, sum millum annað verður brúkt umborð á skipum og øðrum støðum, har tað ikki er møguligt at fáa fatur á feskari mjólk. Haldføra mjólkin er hitaviðgjørd (UHT) – tað vil siga, at vit hita mjólkina til 135 hitastig í 1-3 sekund.
Hendan hitaviðgerðin gevur longri haldføri og ger, at tú kanst goyma mjólkina í stovuhita (tó í mesta lagi 25 hitastig) uttan at hon spillist. Mjólkin heldur sær óásett í 8 mánaðir og ásett í 2-3 dagar.
VEL VØRU
Haldfør Mjólk
Orka250 kJ (kkal 59)
Protein3,3g
Fiti3,0g
Kolvæta4,6g
Heldur sær óásett í8 mánaðir
Heldur sær ásett í2-3 dagar < 5°
Skal goymast< 25°