Við haldførum róma fært tú sama góða smakk, og eginleikarnir eru júst teir somu sum við feskum róma – hesin heldur sær bara longri og noyðist ikki at goymast kalt, tí haldføri rómin er UHT viðgjørdur, sum merkir, at vit hava hitað róman yvir 100 hitastig í 3-5 sekund. Tað ger, at rómin kann halda sær nógv longri.

Allur rómi hjá Røsku verður framleiddur eftir aldargomlum siðum; tann fríska mjólkin verður sentrifugerað, so tann feitasta mjólkin sáldast frá til smør og róma. Í Føroyum elska vit róma – vit brúka hann bæði í søtari og saltari matgerð, og tú kanst av røttum siga, at rómi hevur ein týðandi leiklut í okkara matmentan. Rómi heldur sær 2-3 dagar í kuldaskápi, tá hann er ásettur.

VEL VØRU

Rómi at píska UHT


Hápausteriserað

Orka1530 kJ (365 kkal)

Protein2,2g

Fiti38,0g

Kolvæta3,1g

Skal goymast < 5°

Heldur sær ásettur í 2-3 dagar í kuldaskápi