
Laktosufríu mjólkavørurnar frá Røsku eru framleiddar úr frískari føroyskari mjólk, har vit lata laktosu kveiki í, sum brýtur niður mjólkasukur.
Sostatt kanst tú, ið ikki tolir laktosu, nú njóta eina góða máltíð við laktosufríum róma.
Tað er ein vaksandi eftirspurningur eftir vørum til fólk við ovurviðkvæmi. Vit hava tí víðkað um okkara vøruúrval, sum nú fevnir eisini um laktosufrían róma.
Frammanundan hava vit framleitt laktosufría mjólk, jogurt og kakao, men nú er laktosufríur rómi eisini at finna á handilshillunum. Pakkarnir fáast í 250 ml og 1 l og hóska tí bæði til vinnu og privat.
Tá ið vit framleiða laktosufrían róma, lata vit kveikievni útí, sum verður nevnt ‘laktasa’. Hetta kveikievnið niðurbrýtur mjólkarsukrið (t.e. laktosu) í tvey: glukosu og galaktosu, ið bæði eru natúrlig sukurevni. Hesin framferðarháttur ger vøruna søtari, og er tað lætt at smakka mun.
Laktosufríur rómi
Orka1460 kJ (350kkal)
Fiti36,0 g
Kolvæta3,2 g
Protein2,8 g
Laktosa<0,008 g
